Stuðulsfelagið Víkingabygdin

Vilt tú vera partur av bygdini?

Sum limur kann tú fáa kunning og tíðindi áðrenn tey verða almannakunngjørd.

Grundarlag

Upprunin til Føroya fólk eru tey, ið búsettust í víkingatíð. Vit hava mong týdningarmikil fornminni og eisini sæst okkara fortíð í okkara málið, hátíðum og staðarnøvnum. Víkingatíðin hevur sett týðulig spor í okkara mentanararvi. Vit hava toftir av langhúsum, men vit hava einki endurbygt langhús. Allir okkara norrønu grannar hava væl vitjaðar víkingabygdir og/ella -søvn. Summi meira autentisk enn onnur og summi meira livandi enn onnur. Ongin føroysk víkingabygd er til. Tað vilja vit fegin broyta.

Livandi søga

Fleiri feløg í Føroyum fáast við livandi søgu, sum í mongum førum eisini vísur føroyska siðsøgu sum heild. Livandi søga er ein háttur at vísa fram og læra frá sær eitthvørt, har vitjandi ella luttakarar føla teir verða tiknir aftur í tíð. Søgan upplivast harvið á egnum kroppi og vekjur tá størsta áhugan og festist tá væl í minnið. Hetta styrkir ikki bara vitan innan søgu, men eisini tilknýti til okkara norrøna mentanarsøgu. Karmarnar til at lýsa livandi víkingasøgu mangla í Føroyum.

Visiónin

Framtíðar visiónin er at byggja føroysk langhús og, sum frá líðir, eina víkingabygd. Henda bygd skal verða miðdepil fyri livandi føroyskari landnámssøgu.

Her skal vísast, so eftirfarandi sum til ber, hvussu forfedrar okkara livdu. Hetta inniber m.a. lívshátt, fenaður, plantur, handverk, arbeiði, ítrótt og tónleik.

Royndarfornfrøði , skeið, seturskúli og mong onnur tiltøk kunnu fara fram í bygdini. Festívalhøll verður fastur táttur.

Festívalhöll er stóra árliga tiltak okkara

Víkingafestivalurin verður hildin við Mølheyggjar á Sandi. Ókeypis atgongd er. Alt yvirskot frá festivalinum fer óskert til Stuðulsfelagið og kann bert nýtast til víkingabygdina.

Livandi víkingabygd

Húsini hómaðust longu, tá eg fór úr bussinum, og legði nútímans verðina aftur um bak. Mín ferð gekk aftur til árið 1025.

Tá ið eg nærkaðist, var eg móttikin av manni í víkingaklæðum. Hann vísti mær landnámsdunnur, -gæs og -høsn, sum gingu runt millum føroysk ross og seyð, svín og neyt. Eisini vísti hann mær á gagnplanturnar hvonn, bygg, leyk, gularót, barald og heslirunn.

Nærhendis royndu børn seg í leikum, og summi, ið vóru eldri, vandu við vápnum. Eg fór yvir til teirra, og varð bjóðað av í leikunum feittpinn, áratak og øksakast. 

Komin inn í húsini, kendist tað sum, at her búleikast onkur. Pottar og pannur hungu úr tvørbjálkanum, og fjálgt var rundan um bálstaðið. Tá eyguni høvdu vant seg við tað sindrið av ljósi, ið inni var, legði eg merki til fólkini, ið arbeiddu longri inni. Ein kona tók ímóti mær. Hon vísti mær og greiddi frá, hvussu tey spunnu, karðaðu, vevaðu og seymaðu, gjørdu tálgaljós og reinsaðu skinn. Eg royndi meg í kynstrinum at spinna, og koyrdi síðani spunnað tráðin í vevin.

Beint við síðuna av mær hoyrdi eg onkran rópa av gleði. Tað var ein drongur, ið akkurát vann á einum øðrum í nevtalvi; hesin bjóðaði mær av.

Eisini slapp eg til guðstænastu í snotiligu kirkjuni. Tað var sera áhugavert, tí at talan var um keltiskan kristindóm.

So kom tíðin til serstaka tiltakið – veitslan! Gátuførur tónleikur smoygdi seg millum húsini, og angin av mati fekk vatnið at renna mær úr tonnunum. Hesin matur var bert fyri tey allar, allar ríkastu, so sum Sigmundi – lambsgrýta við hunangi og bjóri. Afturvið fekk eg eitt glas av mjøði. Hetta dámdi mær sera væl. Veitslan helt á til langt út á náttina. Fleiri leikir vóru vístir, yrkingar vóru lisnar, og sangir sungnir. Eftir ein langan, stuttligan dag, legði eg meg at sova í skinnsoviposa. Eg svav nakað so væl, tí her var púra kvirt, burtursæð frá, at onkur snorkaði av og á.

Tá ið eg vaknaði, angaði av bygggreyti, sum var so at siga klárur at eta. Seinasti bitin var akkurát komin niður um, tá eg hoyrdi róp uttanfyri. “Tróndarmenn loypa á!” Komin út vóru menn longu klárir at verja okkum. Tróndarmenn vildu hava fatur á Sigmundi, men blivu teir bukaðir av.

Eg takkaði fyri meg, og fór aftur fram til ár 2025; bussurin stóð og bíðaði eftir mær.

Samband

Hevur tú spurningar ella okkurt upp á hjarta, set teg so í samband við okkum her

Teldupost

vikingabygd@sfv.fo

Telefon

+298 515116